Aftur til Forsíðu

Áhugafelagið Nólsoyar Páll

Viðtøkur


§1 Navn og heimstaður

Navn felagsins er ”Áhugafelagið Nólsoyar Páll”, við heimstaði í Klaksvík. Felagið byrjaði virksemi sítt 12. december 2013.

§2 Endamál felagins

Endamál felagsins er at: - eiga, reka og umsita endurreistu bóndahús Nólsoyar Pálls á Biskupsstøð, við tilhoyrandi øki og bygningum; - Skipa fyri framhaldandi tillagan av umhvørvinum kring endurreistu bóndahúsini, herundir tilkeyp og umbygging av ognum og lutum; - skipa fyri útleigan av bygningum felagsins til tiltøk fyriskipað av øðrum; - skipa fyri tiltøkum í húsum felagsins, herundir tiltøk at kunna um Nólsoyar Páll og avrik hansara; - at arbeiða fyri, at søgulig støð og lutir við tilknýti til Nólsoyar Páll og samtíð hansara verða endurreist og varðveitt.

§3 Limaskapur

Stk 1: Allir einstaklingar, kommunur, feløg ella felagsskapir kunnu gerast limir.

Stk. 2: Innliman fer fram við at venda sær til nevnd felagsins við umbøn um limaskap. Við innliman verður rindað limagjald fyri avvarandi roknskaparár. Limir eru sjálvsagt vælkomnir at stuðla felagnum við meira enn ásetta limagjaldið. Útliman fer fram við at siga seg frá sum lim í felagnum til nevnd felagsins.

Stk. 3: Limur, ið ikki rindar limagjald sítt, kann vera strikaður sum limur í felagnum; tað er nevndin í felagnum, sum kann velja at strika limir, ið ikki hava goldið árliga limagjaldið meira enn 6 mánaðir eftir loknað gjaldsfreist.

§4 Aðalfundur

Stk. 1: Aðalfundurin er hægsta vald felagsins í øllum viðurskiftum. Vanligur meiriluti er galdandi, og hevur hvør limur eina atkvøðu.

Stk. 2: Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn apríl mánaði er liðin. Nevndin boðar til aðalfund á heimasíðu felagsins við minst 14 daga freist.

Stk. 3: Hvør limur, sum møtir á aðalfundi, hevur atkvøðurætt. Hvør limur kann geva fulltrú til annan lim at atkvøða sína vegna á aðalfundinum. Fulltrú skal vera skrivlig.

Stk. 4: Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið. Ásett verður eitt limagjald fyri einstaklingar og eitt fyri aðrar limir. Limagjaldið er gjaldkomið 3 mánaðir eftir ársaðalfundin.

Stk. 5: Aðalfundarskrá:

  1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  2. Formansfrágreiðing
  3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  4. Uppskot til viðtøku
  5. Framløga og viðtøka av fíggjarkarmi (budget) fyri rakstri komandi árið
  6. Val av nevndarlimum
  7. Ásetan av limagjaldi
  8. Val av grannskoðara
  9. Ymiskt

Stk. 6: Uppskot frá limunum til viðgerðar á tí vanliga aðalfundinum skulu latast felagnum í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, skulu tey verða tikin við á dagsskránna fyri fundin.

Stk. 7: Á aðalfundinum verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so, at hesar viðtøkur áseta serligar reglur um umboðan og meiriluta.

§5 Nevnd

Stk. 1: Til at stjórna felagnum verður vald ein nevnd á 3-5 limir. Á tí vanliga aðafundinum eru 2 teir longst sitandi nevndarlimirnir fyri vali. Afturval kann fara fram.

Stk. 2: Nevndin skipar seg við formanni, skrivara og kassameistara.

Stk. 3: Allar umrøður og samtyktir verða førdar í gerðabók, sum verður undirskrivað av formanninum.

Stk. 4: Nevndin er viðtøkufør tá ið í minsta lagi tríggjir nevndarlimir eru á fundi.

Stk. 5: Nevndin kemur saman so ofta, sum hon heldur tørv vera á tí, og í minata lagi tvær ferðir um árið. Á nevndarfundi verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, ræður atkvøða formansins. Nevndarfundir kunnu vera greiddir sum teldu- alla telefonfundir.

§6 Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður at halda, tá ið nevndin, grannskoðari felagsins, ein aðalfundur ella minst 20 limir skrivliga krevja tað, til viðgerðar av ávísum evni, ið samstundis verður tilskilað. Nevndin boðar til eykaaðalfund á heimasíðu felagsins við minst 14 daga freist.

§7 Tekningarreglur

Stk. 1: Felagið verður teknað av formanninum innan fyri karmarnar av galdandi fíggjarkarmi.

Stk. 2: Keyp og søla av fastari ogn krevur samtykt á aðalfundi.

§8 Ábyrgd

Eingin limur ella nevndarlimur heftir persónliga fyri skyldum felagsins. Felagið heftir bert við ognum sínum.

§9 Roknskapur og grannskoðan

Stk. 1: Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av góðkendum grannskoðara og undirskrivaður av nevndini.

Stk. 2: Roknskapurin skal verða gjørdur í samsvar við góðan roknskaparsið.

§10 Broyting av viðtøkunum

Aðalfundurin kann fremja broytingar av viðtøkum felagsins. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum, íroknað limum umboðaðir við fulltrú, atkvøða fyri.

§11 Avtøka av felagnum

Stk. 1: Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum máli á skránni. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum, íroknað limum umboðaðir við fulltrú, atkvøða fyri avtøku.

Stk. 2: Um felagið verður avtikið, verða ognir felagsins latnar Klakksvíkar Kommunu sum ogn.

At hesar viðtøkur vórðu viðtiknar at galda fyri áhugafelagið Nólsoyar Páll verður hervið váttað.

Klakksvík, tann ____________________

Aftur til Forsíðu