Tekna teg til lim í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll
ØLL sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir.

Tann, sum vil verða limur, kann fylla teigarnar høgrumegin út, ella seta seg í samband við ein av nevndarlimunum.

Einki formligt limagjald er ásett, men limirnir eru sjálvandi vælkomnir at gjalda eftir førimuni inn á kontoir felagsins í peningastovnunum.

Norðoya Sparikassi: 9865 3009410
Betri: 9181 4293519
BankNordik: 6460 5305723

Smb. kostnaðarætlanunum tørvar okkum góðar 4 mill. kr., um vit vilja endurreisa bóndagarðin á Biskupstøð. Hetta fara vit at royna at savna inn frá limum og øðrum.

Vit takka hjartaliga fyri hvørja einastu krónu, sum verður goldin til verkætlanina.
Takk fyri! Tín umsókn um at gerast limur av áhugafelagnum 'Nólsoyar Páll' er nú send.
Viðtøkur fyri grunnin

§1 Navn og heimstaður

Navn felagsins er ”Áhugafelagið Nólsoyar Páll”, við heimstaði í Klakksvík.

Felagið byrjaði virksemi sítt 12. december 2013.

 

§2 Endamál felagins

er at virka fyri, at

  • - endurreisa bóndahúsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð; tá ið arbeiðið er liðugt, skal ein serligur grunnur eiga og reka húsaognina.
  • - størri vitan um Nólsoyar Páll og avrik hansara verður í fólkinum
  • - minni hansara verður varðveitt
  • - søgulig støð við tilknýti til Nólsoyar Páll verða varðveitt og endurreist

 

§3 Limaskapur

Allir føroyingar, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir.

Tann, sum ynskir at gerast limur, skal boða onkrum av nevndarlimunum felagsins frá, ella tekna seg sum lim á heimasíðu felagsins.

Einki formligt limagjald er ásett, men limirnir eru sjálvandi vælkomnir at gjalda eftir førimuni inn á kontoir felagsins í peningastovnunum.

 

§4 Aðalfundur

Stk. 1: Aðalfundurin er hægsta vald felagsins og er altíð viðtøkuførur. Vanligur meiriluti er galdandi, og hevur hvør limur eina atkvøðu. Tey, sum møta á fyrsta aðalfundinum, verða teknað sum limir felagsins, og verða fyrsti aðalfundur tess.

Stk. 2: Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn apríl máni er liðin

Stk. 3: Hvør limur, sum møtir á aðalfundi, hevur atkvøðurætt.

Stk. 4: Aðalfundarskrá:

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2. Formansfrágreiðing

3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

5. Val av nevndarlimum

6. Val av grannskoðara

11. Ymiskt.

 

§5 Nevnd

Stk. 1: Nevndin telur 3-5 limir. Afturval kann fara fram. Fyri hvønn einstakan nevndarlim, sum fer frá, verður nýggjur nevndarlimur valdur. Nevndararbeiðið er lønarleyst.

Stk. 2: Nevndin kann skipar seg við formanni og kann eisini velja skrivara og kassameistara.

Stk. 3: Allar umrøður og samtyktir verða førdar í gerðabók, sum verður undirskrivað av fundarluttakarunum.

Stk. 4: Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi helvtin av limunum eru møttir á fundi.

Stk. 5: Nevndin kemur saman so ofta, sum hon heldur tørv vera á tí.

 

§6 Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur skal vera, um meira enn helvtin av nevndini krevur hetta.

 

§7 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av formanninum.

 

§8 Ábyrgd

Eingin limur ella nevndarlimur heftir persónliga fyri skyldum felagsins. Felagið heftir bert við ognum sínum.

 

§9 Roknskaparár

Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av góðkendum grannskoðara og undirskrivaður av nevndini

 

§10 Lógarbroyting

Aðalfundurin kann fremja lógarbroytingar. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum atkvøða fyri.

 

§11 Serlig áseting

Um so skuldi verðið, at høvuðs endamál felagsins - sum er at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð - av einhvørjari orsøk ikki kann fremjast, og áhugafelagið hevur savnað inn pening til hetta endamál, so skal innsavnaði peningurin gjaldast aftur til teirra, sum goldið hava.

 

§12 Avtøka av felagnum

Stk. 1: Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum máli á skránni. Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.

Stk. 2: Um felagið verður avtikið, verða ognir felagsins latnar Klakksvíkar Kommunu í varðveitstlu.