28.01.2020
Garðurin verður liðugur í juli 2020

Nevndin í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll hevur havt fund. Staðfestast kann, at arbeiðið innan er komið ógvuliga væl áleiðis. Glasstovan er at kalla liðug, í roykstovuni er eldstaðurin og koyggjurnar innan eftir. Uppsetingin av køkinum er byrjað. Og so er tað fjósið.


Størsta arbeiðið, sum eftir er, er at gera takið liðugt. Har er nakað eftir at bjálva, og síðani at leggja plátur oman yvir. Tað skal turt og gott veður til hetta arbeiðið. Og so er at fáa flagið á. Við góðari manning tekur hetta ikki langa tíð.


Vit seta øll segl fyri, at arbeiðið verðu liðugt í summar!

 

Sambært viðtøkum felagsins eigur aðalfundur at vera í ápríl. Men nevndin hevur gjørt av, at aðalfundurin hesaferð verður ikki fyrr enn í august, tá ið húsini eru liðug.


Tá verður eisini skipað fyri serligum hátíðarhaldi í sambandi við liðugtgerðina.

 

Kassin er tómur…
Tað kann ljóða í so bragdligt at málbera seg soleiðis. Men vit gera tað í treysti til dyggu stuðlar okkara, sum vit hervið loyva okkum at heita á, um at dugna okkum við nøkrum oyrum afturat.

 

Kontur hjá felagnum eru hesar:
Norðoya Sparikassi: 9865 3009429
Betri: 9181 4293519
Bank Nordik: 6460 5305731

 

Vinaliga heilsan

 

Áhugafealgið Nólsoyar Páll
Archibald Black, Finn Kjølbro, Anfinn Kallsberg og Líggjas í Bø

 

Er onkur, sum kann hjálpa til?


Í seinastuni hevur tað tíverri ikki gingið skjótt við arbeiðinum. Hetta er fyrst og fremst, tí vit mangla arbeiðsmegi. Tað er í heila tikið mest sum ómøguligt at finna arbeiðsmegi í Føroyum í dag. Sera harmiligt. Og tí arbeiðir Arcibald í løtuni einsamallur.


Um onkur er, sum kann geva okkum eina hjálpandi hond nakrar dagar av og á (fyri løn sjálvandi), kemur tað væl við. Viðkomandi kann venda sær til Arcibald tel. 264707.

Svabonia hevði eina frálíka konsert á Nólsoyar Pálsgarðinum 28. juli 2020
30.06.2020
Svabonia hevði eina frálíka konsert á Nólsoyar Pálsgarðinum 28. juli 2020. Tað vantaði bert, at fólkini, sum spældu, sótu undir…
Les meira »
Aðalfundur
16.04.2019
Til limir okkara Boðað verður við hesum til ársaðalfund fyri árið 2018verður í Nólsoyar Páls húsi 16. apríl klokkan 19.30.   Aðalfundarskrá smb. við…
Les meira »
Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »