16.04.2019
Aðalfundur

Til limir okkara


Boðað verður við hesum til ársaðalfund fyri árið 2018verður í Nólsoyar Páls húsi 16. apríl klokkan 19.30.

 

Aðalfundarskrá smb. viðtøkur felagsins

- Val av fundarstjóra og fundarskrivara
- Formansfrágreiðing
- Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi fyri 2018
- Val av nevndarlimum
- Val av grannskoðara
- Ymiskt m.a. húsakeyp


Arbeiðið: arbeiðinum innan í húsunum líður nú rættiliga væl, og tað fáa tit sjálvandi høvi at síggja á fundinum.

 

Tá ið nú árstíðin batnar, verður arbeiðið uttandura: klædningur og teking tikið upp aftur.

 

Limagjald: smb. viðtøkurnar gera limirnir sjálvir av, um teir gjalda limagjald ella ikki. Alt sum kemur inn, kemur væl við. Til ber at flyta pening inn á hesar kontoir:

Norðoya Sparikassi 9865 3009410

Betri 9181 4293519

BankNordik 6440 5307223

 

Viðv. húsakeypi: nevndin hevur gjørt av at keypa grannaognina, matr. 1372 við ábygdum húsum, við tí fyri eyga, at taka húsini niður. Málið verður lagt fyri aðalfundin til endaliga støðutakan.

 

Nevndin er samd um, at tað er umráðandi at fáa hendur á nevndu ogn, at leggja afturat verandi ogn. Tá ið so høvið beyðst, tóku vit av. Við verandi fígging maktar felagið ikki sjálvt at fíggja keypið. Men tað hevur eydnast at fáa eina fyrilbilsfígging, soleiðis at vit fáa umrátt okkum og royna at savna meira pening til felagið.


Eydnast tað ikki, verða vit noyddir at selja matrikul 1372 aftur. Vit vóna, at limirnir eisini taka væl undir við hesum tiltaki og stuðla felagnum soleiðis, at vit verða førir fyri at gjalda fyri keypið.

 

Vit vóna at síggja nógvar limir á fundinum.

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »