21.08.2017
Stórfingin gáva

TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø

 

88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna gávu, sum vit eru ómetaliga takksamir fyri og sum fer at fáa fast pláss í Nólsoyar Páls húsi, sum er í gerð.

 

Tað snýr seg um eina eftirgerð av Biskupsstøð-bátinum í støddarlutfallinum 1:8. Øll útgerð til bátin er eisini við.  

 

Jákup bóndi, langabbasonur Nólsoyar Páls, smíðaði Biskupsstøð-bátin fyri umleið 90 árum síðani. Tað er so heppið, at hesin bátur er varðveittur og stendur í Nólsoyar Páls neysti, og verður enn flotaður av og á til serlig høvir.

 

Hans Jacob  hevur smíðað verulig skip og bátar. Seinnu árini hevur hann bygt modell av nógvum søguligum  føroyskum skipum, við slíkum hegni og neyvleika, at eingin ger honum tað eftir.

 

Vit meta gávuna frá hesum stóra listamanni sum ein dýrgrip, sum vit fara at varðveita á tryggan hátt og sýna fram í Nólsoyar Páls húsi, tá ið byggingin er liðug.

 

Klakksvík, 14. august 2017

 

Archibald Black

Líggjas í Bø

Finn Kjølbro

Anfinn Kallsberg

Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »
Byggingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll byrjað
14.06.2016
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninu…
Les meira »
Nólsoyar Páll 250 ár - Sett av óstemplaðum frímerkjum
02.05.2016
Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll. Hvat skap…
Les meira »
Siglingarmaðurin Páll
14.06.2015
Á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn eru til skjals nógvar stýrimansprotokollir. Í einari teirra: ”Eksamensprotokol for almindelig Styrmandseksamen 178…
Les meira »