10.08.2017
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll

Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafelagið Nólsoyar Páll, soleiðis at arbeiðið at endurreisa hús Nólsoyar Pálls kann gerast liðugt.

 

Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað í 2013, har endamálið var at seta merkismanninum Nólsoyar Páll, eitt virðiligt minnismerki í Klaksvík. Síðani hevur arbeiðið við at endurreisa húsini hjá Nólsoyar Páll gingið væl. Albert Isfeldt, arkitektur, er tekniskur ráðgevi, meðan Archiebald Black er verkætlanaraleiðari.

 

Archiebald Black, sum samstundis er formaður í áhugafelagnum, sigur soleiðis um tjóðarhetjuna: “Vit hava øll tørv á hetjum og fyrimyndum, og fyri mong okkara er hetta Nólsoyar Páll. Hann er uttan iva millum mætastu, djarvastu og vitugasti fólkini, sum land okkara hevur fostrað.”

Formaðurin í áhugafelagnum heldur fram. “Uttan stóru gávuna frá Betri P/F og øðrum stuðlum, hevði ikki verið møguligt at fullfíggjað hesa stóru verkætlan. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at vit hava feløg so sum Betri, ið vísa søguni ans, eins og samfelags ábyrgd og virðing fyri okkara felags mentan.”

 

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, leggur afturat: “Vit í nevndini fegnast um møguleikan at stuðla verkætlanum sum hesari. Við undangongufólkum, sum hesum, ið lata hús Nólsoyar Pálls endurbyggja, er okkara mentanararvur og søga í tryggum hondum. Tí stuðla vit fegin arbeiðinum at fullfíggja hesa verkætlan, ið vit meta kemur øllum landinum til góðar.”

 

Nólsoyar Páll, sum hevði havt 250 ára føðingardag í 2016, bygdi bóndagarðin á Biskupsstøð fyrst í 1800. Mett verður, at húsini hjá Nólsoyar Páll verða liðug endurbygd í 2018.

 

 

 

Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »
Byggingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll byrjað
14.06.2016
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninu…
Les meira »
Nólsoyar Páll 250 ár - Sett av óstemplaðum frímerkjum
02.05.2016
Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll. Hvat skap…
Les meira »
Siglingarmaðurin Páll
14.06.2015
Á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn eru til skjals nógvar stýrimansprotokollir. Í einari teirra: ”Eksamensprotokol for almindelig Styrmandseksamen 178…
Les meira »