18.01.2017
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis

Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi við avhandan av grótlaðingararbeiðinum. Tað er Sp/f Hjálpirót, sum hevur havt hesa arbeiðstøku; arbeiðið hevur gingið væl, og byggharrin er væl nøgdur við teirra arbeiði.

 

Henda arbeiðstøkan hevur kostað kr. 700.000,-

 

Áhugafelagið Nólsoyar Páls, sum hevur tikið stig til at endurreisa húsið hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð, er takksamt fyri ta vælvild, felagið hevur fingið frá kommununi og vinnuni annars fyri hesi serligu verkætlan. 

 

Tá ið talan er um grótlaðingina, sum nú er liðug, vísa teir frá áhugafelagnum á, at tað hevur verið lætt at fingið hendur á gróti, og at fleiri byggifeløg hava koyrt grótið ókeypis til – s.s. Articon og Norðhús.

 

Samstundis eru teir farnir undir timburarbeiðið, og verður hetta gjørt undir taki, so her byrjar eisini at síggjast eftir. Hetta arbeiðið gera Archiebald Black og Sjúrður Sólstein.

 

Tí verður roknað við, at móti sumri verður enn meira av lidna húsinum at síggja, tá ið síðurnar og tekjan verða reistar.

 

Eftir avhandanina av arbeiðstøkuni hjá Sp/f Hjálpirót, varð farið yvir á Kaffihúsið Fríðu at fáa ein bita, samstundis sum avhendingarskjøl vórðu undirskrivað. Eitt týðandi stig í verkæltanini er nú nátt, og tað næsta er byrjað, vóru allir samdir um.

 

Tað er Albert Isfeldt, akritektur, sum er tekniskur ráðgevi, ímeðan Archiebald Black er settur arbeiðsleiðari í hesi áhugaverdu verkætlan.

 

Í nevndini fyri Áhugafelagið Nólsoyar Páls sita: Archiebald Black, formaður; Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari; Finn Kjølbro, nevndarlimur og Anfinn Kallsberg, nevndarlimur.

 

Tekstur & myndir: Dávur Winther

 

Sí myndir

Aðalfundur
16.04.2019
Til limir okkara Boðað verður við hesum til ársaðalfund fyri árið 2018verður í Nólsoyar Páls húsi 16. apríl klokkan 19.30.   Aðalfundarskrá smb. við…
Les meira »
Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »