02.05.2016
Nólsoyar Páll 250 ár - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll.


Hvat skapar eina tjóðarhetju?

 

Hesi hálvavegna mýtisku fólkini ið brenna sítt navn í tjóðartilvitskuna og tykjast óbundin av skiftandi tíðaranda og politiskum ráki.

 

Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll.

 

Og orsøkin er sum ein vinningur í happadráttinum. Hann var rætti maðurin í røttu løtuni, vitugur, stríðssinnaður og treiskur. Harafturat kemur so tann paradoksala sannroyndin, at heimssjón hansara, hugskot og framferð var sera óføroysk – í hvussu so er sæð við samtíðar eygum.

 

Út í heim

Poul Poulsen Nolsøe varð føddur í 1766. Árið eftir legði danski stórkeypmaðurin, Niels Ryberg, eina transitgoymslu í Tórshavn, fyri at sleppa undan handilsavmarkingum, ið vóru íkomnar av amerikanska borgarastríðnum og krígnum millum Bretlands og Fraklands. Handilsstøðin hjá Ryberg lat dyrnar til umheimin upp í einum samfelag, sum, stórt sæð, hevði staðið í stað síðan miðøld – fullkomiliga í valdinum hjá einum einahandli, sum forðaði fyri vanligari samfelagsmenning. Í 20 ár stevndu skip úr øllum heimspørtum til Føroya – og tað kom til at ávirka samfelagið í stóran mun. Brádliga fingu fólk møguleikan at takast við annað enn einfaldan landbúnað, útróður, fuglaveiðu og grindadráp.

 

Tað var í hesum stutta glotta av broyting, at Nólsoyar Páll vaks upp. Hann fekk góða skúling, lærdi navigatión og fór til skips. Eftir at hava siglt eini tvey ár á rutuni millum Føroya og Danmarkar, fór hann víðari og sigldi nøkur ár úti í heimi, m. a. sum yvirmaður á donskum og amerikonskum skipum.

 

Í 1798 kom Nólsoyar Páll afturíaftur. Hann sigldi nú sum stýrimaður og skipari á farmaskipum hjá einahandlinum. Hann giftist, fekk eina dóttur, men unga kona hansara doyði eftir stuttari tíð. Árið eftir giftist hann uppaftur og gjørdist bóndi á Biskupsstøð á Borðoynni. Um hetta mundið var Ryberg-tíðin av og Føroyar sukku spakuliga aftur til støðuna fyri 1767.

 

Royndin Fríða

Tað sigur seg sjálvt, at ein virkisfúsur og víðfarin maður sum Nólsoyar Páll, hevði ilt við at falla til seigliga lívsháttin sum bóndi í einum uppsteðgaðum samfelag. Hann fann brátt saman við samsintum monnum, ið ynsktu fríhandil, frítt at fara til útlendskar marknaðir og frælsi til virksemi og samfelagsmenning.

 

Saman við tveimum øðrum ynskti Páll at keypa eitt skip til fiskiskap og farmaflutning. Tað eydnaðist teimum tó ikki at fáa lán til keypið, so í staðin keyptu teir í 1804 rovini av einum skipi, ið var farið fyri skeyti í Hvalba. Vrakið varð flutt suður til Vágs og har bygdi Nólsoyar Páll, saman við brøðrunum, eitt lítið skip upp á stutta tíð. Skútan var 14,5 metrar long, 4,4m breið og stakk 2,5 m undir dekkinum.

 

6. august 1804 fór so fyrsta føroyska skip síðan miðøld av bakkastokki. Tað fekk navnið Royndin Fríða - og longu sama mánað stevndu teir út til royndarfiskiskap undir Føroyum. Frá einari sýningarfrágreiðing frá 1805 vita vit at Royndin Fríða var riggað til sum ein skonnart - og at hon annars, sum tikið verður til, var “eitt meistaraverk”

 

Ferðir um hav og stríð við embætisverkið

Við sjósetingini av Royndini Fríðu, byrjaði eitt ókyrt tíðarskeið við beiskum stríði millum Nólsoyar Páll og samsint øðrumegin og embætisverkið hinumegin. Kongaligi Einahandilin hevði einkarætt at flyta inn neyðsynjarvørur – og til at flyta út vørur, tilskilaðar á einum vørulista.

 

Í 1805 gjørdi Nólsoyar Páll tvær uttanlandsferðir við Royndini Fríðu. Fyrsta til Bergen við føroyskum koli og onnur til Keypmannahavnar, eisini við koli. Orsakað av innflutningsbanninum høvdu teir ikki farm við sær heimaftur. Sum skilst, var tað á hesi seinnu ferðini, at Nólsoyar Páll megnaði at flyta livandi koppingarevni til Føroya, við snøgt sagt at koppseta manningina, ein fyri og annan eftir á heimferðini.

 

Árið eftir legði Nólsoyar Páll út á fyrstu veruligu handilsferðina eftir at várfiskiskapurin var liðugur. Hann vildi taka troyggjur, turran fisk og lýsi við sær, eftirsum hesar vørur ikki vóru tilskilaðar á vørulistanum. Men embætismenn í Havn sendu mótmælisskriv til danskar myndugleikar – og hesir bannaðu honum at taka vørur heimaftur við sær. Nólsoyar Páll mótmælti og søkti um loyvi at flyta vørur heim fyri egna rokning. Hann hevði eisini hálvavegna fingið loyvi til tess, men tíðin var knøpp og hann hevði skund fyri at koma heimaftur til summarfiskiskapin. At enda vildi hann ikki bíða longur. Hann keypti vørur, deklareraði tær sum farm til Kristianssand í Noreg og stevndi út á hav. Donsku myndugleikarnir vóru fullgreiðir yvir, at hann hevði givið teimum skeivar upplýsingar, og sendu boð til Føroya um at leggja hald á farmin umborð á Royndini Fríðu. Harafturat varð álagt embætismonnunum í Havn at saksøkja Nólsoyar Páll.

 

Hetta gjørdist neistin til eina rættuliga margháttliga og drúgva rættargongd. Tað lá illa fyri hjá embætismonnunum at tykjast óheftir og sannførandi, eftirsum teir sjálvir høvdu fløkt seg út í ymiskt smákorrupt virksemi. Harafturat megnaðu teir ikki at prógva at Nólsoyar Páll var smuglari. Sjálvur vildi hann vera við, at farmurin varð umskipaður umborð á eitt svenskt skip úti á opnum havi.

 

Endin varð at Nolsøe varð dømdur fyri at hava brotið ásetingina um sóttverju. Hann skuldi lata 735 ríkisdálar í bót, fyri at hava selt vørur á opnum havi, men varð fríkendur fyri at hava selt vørur á svarta marknaðinum.

 

Men myndugleikarnir høvdu ikki hoyrt seinasta orðið frá Nólsoyar Páll hesum viðvíkjandi. Hann var ein framúr táttayrkjari – og veturin 1806 – 07 yrkti hann speiska táttin ”Fuglakvæðið”, har hann avmyndar mótstøðumenn sínar, embætismenninar, sum grammar ránsfuglar, ið harta og mergsúgva landsins friðarliga fuglastovn.

 

Í juni 1807 fór Nólsoyar Páll aftur til Keypmannahavnar við einari sendinevnd, ið ætlaði at søkja um eina royndartíð við fríhandli, samráðast um lægri prísir og betri umstøður.

 

Hetta var eitt ófriðarligt tíðarskeið. Kríggið millum Fraklands og Bretlands var aftur brostið á, og óhefta støðan hjá Danmark var undir trýsti. Fríðrikur krúnprinsur (seinni Fríðrikur VI), ið stýrdi landinum vegna faðir sín, ið var sinnissjúkur, helt tí til í Kiel í Holsteini. Teir fýra føroysku umboðsmenninir fóru tí til Kiel at leggja síni bønarbræv fram.

 

Fríðrikur krúnprinsur var munandi blíðari enn handilsráðstovan og rentukamarið. Hann gav boð um at lata føroyingunum vørurnar aftur, sum stovnarnir høvdu lagt hald á og skipa fyri, at Royndin fekk farm heim aftur við sær.

 

Tað gekk altso upp á stás hjá Nólsoyar Páll og sendinevndini. Men tíðin rann undan tei-mum. Kreppan millum Danmarkar og Bretlands gjørdist alsamt verri – og í juli sendu bretar stór flota- og hermannalið inn í Eystrasalt, fyri at noyða danir at geva danska flotan yvir – eftirsum vandi var fyri, at hesin skuldi enda í klónum á Napoleon. Hóast samráðingar, var endin, at bretar settu herdeildir í land, kringsettu Keypmannahavn og fóru undir at bumba býin við kanónum og rakettum, til myndugleikarnir góvu seg yvir og lótu bretum samlaða danska herflotan.

 

Hendan eyðmýkjandi viðferðin førdi við sær, at Danmark fór í part við Fraklandi í krígnum – og tað skuldi fáa lagnutungar avleiðingar fyri Føroyar.

Eftir kapitulasjónina, fekk Nólsoyar Páll loyvi frá bretska admirálinum at sigla heim aftur til Føroya við fullum farmi av korni. Royndin Fríða kom heim fyrst í oktober og skipaði kornið upp í Suðuroy.

 

Nú gingu níggju mánaðir til næsta skip kom við korni. Støðan í Føroyum versnaði í stórum, kapraraskip herjaðu og løgdu eftir donskum farmaskipum.

Men hóast eyðsýnda neyð í landinum, sýtti Løbner kommandørur framvegis Royndini Fríðu at sigla við farmi. Hann vildi tó hava Nólsoyar Páll at sigla til Noregs ella Danmarkar við boðum úr Føroyum. Fyrst í 1808 høvdu tvey bretsk kapraraskip herjað í Føroyum – og Løbner kommandantur hevði verið noyddur til at yvirgeva garnisónina uttan bardaga. Bygningarnir á Skansanum vóru brendir í grund og vørugoymslurnar hjá einahandlinum vórðu rændar.

 

Hungursneyð stóð fyri durum – og hetta fekk Nólsoyar Páll at taka sakina í egnar hendur. Seinast í juni sigldi hann til Keypmannahavnar eftir korni. Men í Skagerakk varð Royndin Fríða tikin av einum kapraraskipi og manningin flutt til Gøteborg í Svøríki. Eftir hvat skilst, hevði Royndin Fríða fingið so stóran skaða, at hon ikki longur var sjófør.

 

Tað eydnaðist tó Nólsoyar Páll at fáa samband við tveir bretskar admirálar og siga teimum frá syndarligu støðuni í Føroyum. Føroyska manningin varð tí send til London fyri at greiða frá teimum óhepnu avleiðingunum av krígnum.

Hjálptir av danska konsulinum í London, fekk Páll samband við bretskar myndugleikar og gjørt teimum greitt hvussu illa stóð til í Føroyum, orsakað av bretsku blokaduni og herjandi kapraraskipum. Bæði Privy Council og handilsmálaráðið vóru fyrikomandi. Nólsoyar Páll fekk nýtt skip, ”North Star”, sum endurgjald fyri Royndina Fríðu – og ein farm av neyðsynjarvørum til fólkið í Føroyum.

 

Í desember 1808 ella januar 1809 fór North Star úr Onglandi við neyðsynjarvørum, men kom aldrin leiðina fram til Føroya. Allarhelst gekk skipið burtur í einari ódn ið herjaði bretsku oyggjarnar um tað mundið.

Beiska stríð Nólsoyar Páls mótvegis forstokkaða embætismannaveldinum – og royndirnar at hjálpa landsmonnum í svárari neyð, skapti pínslarváttin og tjóðarhetjuna Nólsoyar Páll. Ein uppiborin heiður – hann var ein óvanligur maður og framsíggin út yvir tað vanliga – og hevði evni og vilja at fremja síni átøk, hóast beiska mótgongd og harða mótstøðu.

 

Anker Eli Petersen

 

Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »
Byggingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll byrjað
14.06.2016
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninu…
Les meira »