14.06.2015
Siglingarmaðurin Páll

Á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn eru til skjals nógvar stýrimansprotokollir. Í einari teirra: ”Eksamensprotokol for almindelig Styrmandseksamen 1781-1799,” finna vit 22 ára gamla Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll. Próvtøkudagurin er 8. november 1788. Gløggur man hann hava verið, tí viðmerkt stendur: ”Forstod alt.”

 

Stýrimansskúlin lá tá í Lille Kongensgade 33. Københavns Skipperlav varðaði av skúla og hølum. Christian Carl Lous skrivaði í 1781 lærubók í siglingarfrøði, og í 2. útgávuni í 1787 tilskilar hann krøvini, hann metir vera hóskilig at seta teimum, ið ætla sær at sigla sum yvirmenn á farmaskipum.

 

Innihaldið í stýrimansprógvi Nólsoyar Páls er okkum kunnugt, hóast prógvið sjálvt man vera burtur. Hetta skal skiljast soleiðis, at Páll 13. august 1798 søkti um limaskap í Københavns Skipperlav, so at hann kundi føra skip heimahoyrandi í Keypmannahavn. Í hesum sambandi vísti hann fram prógv, sum varð ført í protokollina, ið nú eitur: ”Borgerskabsprotokol: 11. maj 1795 – 31. december 1804,” og sum er til skjals á Københavns Stadsarkiv.

 

Páll fór í 1798 at sigla við skipum hjá Det økonomiske Velfærds Selskab; kom á Havnina í mai sum stýrimaður á Charlotte, og nú, hann hevði fingið borgaraskap sum skipari í Keypmannahavn, kom hann 12. september 1798 til Føroya sum skipari á briggini Patriotisme, sum hevði vøru til handilin. 12. september 1799 var Páll aftur á Havnini við vøru til handilin, nú sum skipari á barkini Thetis.

 

Nýggj bók um Nólsoyar Páll 

Í sambandi við stórslignu ætlanina at endurreisa bóndagarð Nólsoyar Páls á Biskupsstøð í Klaksvík hevur nevndin fyri viðkomandi felag litið mær í hendi at skriva nýggja bók um Nólsoyar Páll. Hetta er spennandi og krevjandi uppgáva. Millum ár og dag er nógv skrivað um mannin, sum av mongum verður hildin at vera tann mætasti, tann djarvasti og ein tann vitugasti, land okkara hevur fostrað. Men tá ið um siglingarmannin og skiparan Nólsoyar Páll ræður, tykjast skrivligu heimildir okkara ikki at vera so gávumildar. Skaldinum Nólsoyar Pálli vóna vit at fáa serkønt fólk at taka sær av.

 

Nógvar frásagnir eru frá sigling Páls úti í heimi – summar trúligar uttan at vera vitnisfastar, aðrar meira ævintýrkendar. Tó eru til tvey álítandi skjøl frá hesum árum. Annað er bræv Páls frá 1806 til rættin í Havn, har hann nevnir lond, hann sum skipari sigldi uppá. Aðrastaðni vita vit, at hann sigldi fyri stórt amerikanskt handilshús millum Amerika og Evropa. Við hesum upplýsingum saman við vitan okkara um forna sigling um Atlantshav, sum í veruleikanum fór fram eftir somu meginreglum sum sigling Kolumbusar, verður roynt at siga frá, hvussu Nólsoyar Páll sigldi tey árini, tá ið eingin frætti frá honum.

 

Nú, ymist nýtt tilfar er komið undan kavi, og dagføringar helst eru tiltrongdar, tykist vera skilagott at skriva nýtt heildarverk um siglingarhetjuna, uppreistrarmannin og skaldið, ið fyllir so nógv í søgu og tilvitsku okkara. Eitt nú tykist silvurheiðursmerkið, ið Landshusholdningsselskabet skuldi ætla Nólsoyar Pálli fyri gott avrik sum bóndi, vera sera ivasamt, hóast upprunin til hesa søgu hevur røtur sínar úr bók, sum samtíðarmaður Páls (Carl Adolf Muhle) skrivaði sum eldri maður. Skjøl í hesum sambandi tykjast harumframt at geva okkum forkunnugar upplýsingar um lyndiseyðkenni Páls.

 

Í 1808, tá ið hungursneyð hótti føroyingar, fór Nólsoyar Páll sum kunnugt til Danmarkar eftir korni við skipi sínum Royndini fríðu. Nær Skagen tók bretska herskipið Fury Royndina, ið skuldi gerast vrak. Páll og menn hansara vórðu tiknir fangar og sótu umborð í bretskum fangaskipi í Gøteborg, til teir loksins sluppu til London at tala sína søk, og har teir síðan fingu nýtt skip. Skjøl úr Oslo, sum vit hava fingið innlit í, vísa greitt, at Royndin fríða fór ikki so illa, sum higartil hildið. Royndin fríða sæst dagstevndan dag seta inn í navngivna norska havn ávegis til Bretlands sum krígsfongur.

 

Serliga forkunnug eru skjøl, sum komin eru úr London. Tá ið Nólsoyar Páll í 1808 kom til London við kravi um at fáa nýtt skip, bar ikki beinari á, enn at brillumaðurin kravdi  Páll at møta í rættinum, har sakarmál fór fram um tað, sum hann við kaparaskipi sínum Salamine hevði rænt í Havn, stutt áðrenn Páll í 1808 fór seinastu ferð sína. Rættarskjøl úr Admiralty Prize Court í London saman við øðrum bretskum skjølum geva greiðar ábendingar á eina higartil óskrivaða søgu um feigdarferð Nólsoyar Páls við nýggja skipi sínum North Star.

 

Bræv um manningina á Royndini fríðu

Keats admirálur lurtaði eftir Nólsoyar Pálli, sum sat fangi umborð í HMS Proselyte, og gav honum loyvi at fara til London at tosa sína søk. Meðan Keats er staddur umborð í bretska herskipinum HMS Superb, skrivar hann bretskum myndugleikum bræv um manningina á Royndini fríðu, sum hann hevur givið loyvi at fara til London, og biður herflotaráðið taka endaliga støðu.

 

Vit hava týtt bræv Richard Goodwin Keats úr enskum máli (frá 4. september 1808). Brævið kann lesast niðanfyri.

 

---

 

Adm. 1-7  Ha  198

 

Superb Flemish Road

4. september 1808

 

Sir

Menninir á breddanum, skipari og manning á lítlum skipi úr Føroyum, ið Fury hertók, hava sagt mær, at oyggjar teirra í løtuni eru undir bretskum harradømi, og teir søkja um at sleppa til Bretlands at greiða frá ringu hungursneyðini, sum fólkið í oyggjunum líður. Eg havi eftir umstøðunum hildið vera rætt at eftirlíka umbøn teirra og givið teimum loyvi at fara við skipinum Ætnu, so at tygara hátign kunnu gera av, hvat síðan skal henda.

 

Við hávirðing

R. G. Keats

  

Menninir á breddanum:

Poul Nolsøe, skipari

Tummas Joensen

Magnus Zachariasen

Jógvan Joensen

Dánjal Olsen

 

---

 

Á myndini sæst Richard Goodwin Keats (1757-1834). Hann eftirlíkaði Nólsoyar Pálli og monnum hansara at sleppa til London.

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »