20.04.2015
Hvussu langt eru vit komin

Tað er fallið í mín lut at kunna um, hvussu støðan er nú, og hvussu langt, vit eru komnir í smb. við hesa stóru verkætlan.

 

Fyrsta mei í fjør komu vit alment fram við ætlanum okkara um at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, honum til heiðurs og sóma, og landinum øllum at  gagni. Tað var kunngjørt á sera væl vitjaðum almennum fundi á hesum stað.

Ivaleyst eru fólk spent at frætta, hvat ið er hent síðani, og nær ið húsið kann væntast at standa liðugt.

 

Áhugin hevur verið sera stórur alla tíðina og viljin at koma við pengum hevur verið so góður, at vit hava mangan verið ovfarnir. Kostnaðarætlanin er 3,85 mill, og tað eru nógvir pengar.

 

Tá ið eg nú skal  siga frá, hvussu langt vit eru komnir, so eri eg noyddur fyrst at siga eina søgu, sum lýsir støðuna, sum eg eri í – tað er ein søga, sum teir eldru klaksvíkingarnir kenna:

 

Klakksvíkin hevur altíð verið ein av landsins bestu grindavágum í landinum, og her hevur mong grindin lagt beinini gjøgnum tíðirnar.

 

Grindirnar verða fyrst riknar inn á Pollin og síðani inn á vágna. Landafrøðiliga er tað soleiðis háttað, at tað er lutfalsliga djúpt úti á Polli og nógv grynri inni á vágni. Markið millum djúpa Pollin og grunnu vágna er úti við munnan á vágni.

 

Tá ið grindin kemur inn,  rennir hon seg ímóti eini høgari gátt, áðrenn hon fer inn á sjálva vágna. Har steðgar hon vanliga á, trilskast og hveppir seg við at fara upp um gáttina. Tá ræður um at hava tol og vísa hógv.

 

Men so “gleppur”: brádliga fer hon upp um, og so við sjógv á bak inn eftir vágni. Tá ið best liggur fyri, helmar hon ikki í fyrr enn hon liggur uppi á turrum heimi á sandi – og verður so skorin á háls har.

 

So var tað einaferð ein grind fyri mongum árum síðani. Hon varð rikin inn eftir Pollinum sum vanligt, og tá ið hon kom inn ímóti grynnini kom steðgur í, soleiðis sum tað plagdi at vera.

 

Men so við eitt sá út til,  at hon fór uppum  gáttina.  Tá lætnaði hjá monnum, og teir gjørdust kátir og fóra at rópa og halda gang við árunum. Og tá rópti ein maður:

 

“Nú er hon í pottinum ...”

 

Men hvat hendi? Har hendi tað, sum ikki plagdi at henda: Grindin kavaði og kom ikki upp aftur fyrr enn langt vesturi á Polli við kós út í fjørðin og so norðureftir. Og sloppin var hon!

 

Síðani tað hava menn her norðanfyri verið varnir við at siga ov nógv fyrr enn grindin liggur deyð heimi á sandi ...

 

Júst í hesi støðuni kenni eg meg nú.

 

Vit hava higartil fingið tilsøgn um 3,3 mill. kr.,  einar 600 túsund mangla. Tað eru nógv fólk og fyritøkur sum siga, at teir vilja stuðla okkum fíggjarliga; viðhvørt eru tað nevndir, sum skulu geva samtykki, og viðhvørt fáa teir bara ikki bestemma seg til, hvussu nógv tað skal vera.

 

Var hetta áðrenn áðurnevndu vanlukku grind, so hevði eg helst sagt: “Nú er hon í pottinum”, men tað kann eg kortini ikki gera, fyrr enn hon liggur heimi á sandi. Tað hava royndirnar lært okkum.

 

Vit eru altráðir eftir at sleppa í gongd. Alt er klárt annars og vit bíða bara eftir at fáa tað síðsta í kassan.

 

Eg fari tí at heita á tey, sum ætla at stuðla, um at siga frá so skjótt sum til ber, so at vit sleppa til verka.

 

Tað er harmiligt, at vit einki fáa gjørt, nú rætta árstíðin er til úti arbeiði.  Viðv. timburarbeiðnum er at siga, at vit hava tryggjað okkum eitt stórt hús, har vit kunnu gera alt tilfarið til, so at tað verður skjótt at seta upp.

 

Neystini og hjallarnir

Síðani vit byrjaðu hava vit víðkað verkætlanina til eisini at endurreisa neystið og hjallarnar hjá Nólsoyar Pálli og sjálva Biskupsstøðina. Tað verður nógv meira heilligt, tá ið hetta kemur uppí, tí talan er um sama øki.

 

Takið verður fyrst at útvega fígging til Nólsoyar Páls hús. Neystini og hjallarnir mugu so koma í annað ræð.

 

Líggjasi Bø, nevndarlimur

15. apríl 2015

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »