20.04.2015
Bók um Nólsoyar Páll

Tað var ein spennandi uppgáva, formaðurin fyri Áhugafelagnum Nólsoyar Pálli, Archibald Black, hevði til mín, tá ið hann ringdi síðsta heyst og bað meg skriva bók um Nólsoyar Páll. Hetta lá væl fyri, serliga tá ið hugsað verður um, at eg kannaði Nólsoyar Páll gjølla í sambandi við bókaverkið “Sigling og útbúgving I &II,” sum kom í síni tíð.

  

Umframt at kanna í Føroyum varð tá farið víðfevnda rannsaknarferð til Danmarkar. Granskað var á skjalasøvnum í høvuðsstaðnum, og so var eg eisini nakrar dagar saman við granskarum á Handels- og Søfartsmuseet á Kronborg. Hetta var í apríl ár 2000.

  

Ein teirra, sum eg var saman við, var Søren Thirslund, ið er víða kendur fyri bøkur sínar um forna sigling, annar Hanne Poulsen, ið júst tá skrivaði bók um galiónsfigurar, triði Bert Blom, bókavørður, og fjórði Kirsten Jappe, fotograftur, ið tók fleiri myndir fyri meg, eitt nú av elstu donsku lærubókini í siglingarfrøði – bókin er frá 1649.

 

Ymis skjøl komu undan kavi hesa drúgvu ferð: stýrimansprógv Nólsoyar Páls frá 8. november 1788 og borgarskapsbræv hansara sum skipari í Keypmannahavn frá 13. august 1798 vóru helst týdningarmestu. Væl hevur ligið fyri hjá Pálli at læra í Lille Kongensgade, har ið skúlin lá – og sum viðlagda myndin vísir – tí viðmerkt varð í próvnum: “Fortstod alt.”

 

Í bók um Nólsoyar Páll, sum verður skrivað, og sum miðað verður ímóti at hava lidna til stórfingnu løtuna, tá ið bóndagarður Páls á Biskupsstøð skal takast í nýtslu, havi eg skrivað ein høvuðspart um nevndu ferð við heitinum: Í kjalarvørri Nólsoyar Páls.

 

Lívssøga

Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll róptur – varð borin í heim í 1766 í Nólsoy sum fjórða barnið av sjey, seks brøðum og einari systur. Hann vaks upp í tí tíðini, tá ið Rybergs handil í Vágsbotni hevði latið dyrnar út í heim á glopp. Tíðliga varð gáað um góðu gávur Páls, og tilkomin varð hann settur í læru hjá Hammershaimb fúta í Havn. Har støðaðist hann illa – hugurin stóð til sjógvin.

  

Í 1786, tá ið faðirin var deyður, fór Páll at leita sær hýru, og árið eftir fór hann við skipi hjá Rybergs handli. Síðan fór Páll at sigla við kongaliga handils skipum millum Danmarkar og Føroya, og so fór hann á stórferð – til stroks burtur í lond at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum, sum Jákup doktari tekur til í bók síni frá 1912. Eingin hoyrir frá Pálli, og fólk vænta ikki at síggja hann aftur.

 

Fram kemur seinni, at Páll sigldi fyri stórt amerikanskt handilshús millum Amerika og Evropa, fyrst sum stýrimaður so skipari. Frá hesum árum eru nógvar søgur, summar trúligar uttan at vera vitnisfastar, aðrar meira ævintýrkendar. Til eru tvær stuttar, men eftirfarandi skrivligar heimildir um hesa tíðina.

  

Í 1798 kemur Páll loksins afturíaftur. Í mai mánaði hetta árið kemur hann til Føroya sum stýrimaður við farmaskipinum Charlotte.Tá ið hann hittir mammu sína aftur, skuldi hon siga: “ Nú kann eg doyggja róliga!” Men tá svaraði hann, at nú nú mátti hon viljað liva.

  

Páll fór avstað aftur til Keypmannahavnar, har hann hevði sett seg niður, gerst limur í Københavns Skipperlav (13. august 1798) og kemur aftur til Føroya sama heystið, nú sum sum skipari á farmaskipinum Patriotisme. Meðan hann er í Føroyum, giftist hann við Siggu Mariu Tummasardóttir úr Nólsoy, og hon ferð við til Keypmannahavnar. Árið eftir kemur Páll á Havnina aftur, nú sum skipari á Thetis, sum hevur vøru við til handilin.

  

Og um sjálvt aldamótið 1800 flytir Páll heim við konu og dóttrini Súsannu Malenu, fødd í Keypmannahavn 25. august 1799. Tey búgva í Rybergs húsum í Vágsbotni. Sigga Maria, sum fekk ógvuliga ringa ferð til Danmarkar, fekk ongantíð heilsuna aftur og doyði longu sama heystið, sum tey komu aftur til Føroya at búgva.

  

Páll giftist upp aftur longu árið eftir við Marin Malenu Ziska úr Gerðum norðuri í Bø. Hann festir garð á Norðoyri, men makaskiftir við bónda á Myrkjanoyri fyri at vera nærri vágni, har skip hansara seinni kemur at liggja. Páll fær frá gerðabóndum – annar er svágur hansara – stykki á Biskupsstøð at seta bóndahús síni á, ímóti at teir fáa ein geira uttangarðs.

  

Hugsjónarmaðurin Páll 

Ávirkaður, sum hann var av frælsishugsjónum og -bardøgum úti í heimi eggjaði Páll til broytingar og nýhugsan, nú hann var heima aftur. Hann mundi síggja, at fortreytin fyri einum frælsum Føroyum var, at føroyingar fingu skip, so at fiskiskapurin kundi gerast natúrligur vinnuvegur og at handilssiglingin sum frá leið kom á føroyskar hendur aftur.

  

Lán at keypa skip fyri varð honum noktað, og so var ikki annað at gera enn at byggja skip sjálvur. Forfedrar og brøður Páls vóru góðir smiðir, og hann var eftir øllum at døma hegnigur maður sjálvur. Hann keypti rovini av einum skipi, farið var á land í Hvalba, og úr hesum vraki og øðrum vrakviði smíðaði hann á Fløtuni fríðu í Vági saman við øðrum monnum nýtt skip Royndina fríðu, sum fór av bakkastokki 6. august 1804.

  

Hetta er fyrsta skip, vit við vissu vita at siga vera smíðað í Føroyum. Við skipi sínum siglir Páll nú við farmi millum Danmarkar og Føroya. Ófriðartíðir eru, og á einari av ferðum sínum, tað er í 1808, verður Royndin tikin av bretskum herskipi og ferst. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fær játtandi svar, men á ferðini til Føroya við nýggja skipi sínum hvørvur Páll og spurdist ikki aftur.

  

Á Biskupsstøðgarði sita einkja og fýra børn, mist hava mann og faðir, Føroyar hava mist fremsta undangongumann sín, og bygdin norðuri í Bø hevur mist mannin, sum á so mongum økjum var framman fyri sína tíð. Børnini vóru Súsanna Malena, fosturdóttir Marin Malenu, einkjuna eftir Nólsoyar Pálli, Sigga Sofía, Jógvan Ziska og Apolonia.

  

Hóast nógv er skrivað um Nólsoyar Páll, so tykjast skrivligu heimildirnar ikki at vera so gávumildar, tá ið um siglingarmannin og skiparan Páll er at røða. Í ætlaðari bók fara vit at royna at lýsa lærda skiparan Nólsoyar Páll og at siga frá sigling hansara sum yvirmanni á Norðurhøvum og um Atlantshav. Eisini er ætlanin at lýsa skaldið og táttayrkjaran Páll – hetta vóna vit at fáa serkønt fólk at taka sær av.

  

Við støði í tátíðar seglskiparutum og teim upplýsingum, Páll sjálvur gevur um londini, hann sum skipari sigldi upp á, fara vit at royna at lýsa siglingina. Eisini verður komið inn á, hvussu funnið var um hav í teirri tíðini, tá ið magnetkumpassin og sekstanturin vóru álitið – teirri tíðini, tá ið kronometrið var uppfunnið, men langt frá var umborð í hvørjum skipi.

  

Ikki er yvir at dylja, at gravað hevur verið djúpt henda harðbalna vetur, ið nú vónandi fer at missa megina. Vit kunnu at enda nevna, at okkurt nýtt er at frætta um Royndina fríðu – hon fór ikki so illa, tá ið hon varð tikin, sum hildið hevur verið. Og úr London hava vit fingið sera forkunnug skjøl. Tey tykjast seta feigdarferð Nólsoyar Páls í nýtt søguligt ljós.

 

Takk fyri, og góða eydnu við spennandi og stórfingnu verkætlanini á Biskupsstøð.

 

- Óli Olsen 15.04.2015

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »