20.01.2015
Innsavningin til Biskupsstøð garð heldur fram

“Latið ei søguna doyggja

goymið hana so væl ...”

 

Nólsoyar Páll var eitt stórmenni, sum valla eigur sín líka í Føroya søgu. Vit eru ernir av, at hann búði her norðuri sína reystastu tíð. Og túsundtals føroyingar eru ernir av at vera skyldmenn hansara!

 

Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur sett sær fyri at endurreisa garðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyri góðum 200 árum síðani. Har  verður savn av lutum í sambandi við lív hansara, samstundis sum  har verður eitt serligt móttøkuhús.

 

Til at fremja verkið skulu slakar 4 milliónir krónur.  Vit eru longu komnir væl áleiðis, og tað eru vit bæði takksamir og væl nøgdir við.

 

Alt er klárt at fara undir bygging. Men ikki ber til at seta spakan í, fyrr enn vit hava fingið allan peningin.

 

Vit hava gott mót um, at tað fer at eydnast, og at vit koma á mál í so máta, áðrenn langt um líður.

 

Vit heita við hesum á øll, sum hugsa um at stuðla, um at taka endaliga avgerð og lata okkum frætta.

 

Stuðul til byggingina kann gjaldast inn á eina av hesum kontoum

 

Norðoya Sparikassi 9865 3009429

Eik 9181 4293551

BankNordik 6460 5305731

 

Til ber eisini at siga nevndini frá, um onkur  vil binda seg til at lata eina ávísa upphædd.

 

Nýggir limir kunnu tekna seg her.

 

 

 

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »