21.11.2014
Biskupsstøðgarðurin

12. december er eitt ár síðani "Áhugafelagið Nólsoyar Páll" varð stovnað, og tað gevur okkum høvi til at meta um gongdina.

 

Endamálið var at seta Nólsoyar Pálli eitt virðiligt minnismerki, men hvat skuldi tað vera? Vit komu rættiliga skjótt til semju um, at bóndagarðurin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð, og sum varð niðurtikin í 1923, skuldi endurbyggjast á Biskupsstøð.

 

Fyrsta stigið var at finna fram allar upplýsingar um upprunaliga garðin, og at gera tekningar. Albert Isfelt, arkitektur, hevur verið okkum dyggur, og stóð fyri hesum arbeiði, sum varð liðugt longu tíðliga í vár. Eisini gjørdi hann kostnaðarmeting. Um somu tíð gjørdi Archibald Black eitt model av garðinum.

 

Eftir tað vóru mong mál at loysa: at avgera júst hvar ið húsini skuldu standa, fáa játtað grundstykki og øll neyðug loyvir frá tí almenna til at fara undir byggingina. Ymiskir tvørleikar vóru á leiðini, men 11. september í ár játtaði kommunan okkum tað, sum vit høvdu bíðað eftir í fleiri mánaðir.

 

So eru tað pengarnir...

Úti við 4 mill. kr. skulu til, og tað er kanska tann størsta uppgávan av øllum at fáa til vega so nógvan pening til verkætlanina. Ikki bar til at fara at biðja um pening, fyrr enn vit vistu, at vit sluppu at byggja tað, sum vit vildu.

 

Sum tað framgongur omanfyri, er tað ikki so langt síðani, at alt tað formliga var avklárað, og vit kundu fara undir at savna pening inn.

 

Higartil hava vit bara vent okkum til fyritøkur og persónar, sum vit roknaðu við høvdu serligan áhuga og sum vóru før fyri at stuðla.

 

Lat okkum siga hetta beinanveg: enn er langt á mál!

 

Men satt at siga eru vit bæði ovfarnir og bilsnir av, hvussu góð undirtøkan hevur verið higartil.

 

Hetta stimbrar okkum og gevur okkum treysti til at halda fram við enn meira mátti enn higartil.

 

Vit fegnast um, at so nógv er komið burtur úr, síðani vit 12. december í 2013 stovnaðu felagið.

 

Almennur fundur í januar

Fyrsta mei hildu vit almennan kunningarfund í Ósa-skúlanum. Nógv fólk møttu, og tað var sera stórur áhugi fyri málinum.

 

Einaferð í januar 2015 fara vit aftur at halda almennan fund at kunna um málið. Skráin er ikki løgd enn, men har verða í hvussu er viðkomandi røður og fyrilestar, og helst eisini okkurt at síggja.

 

Ársaðalfundur

Beint aftaná almenna fundin verður ársaðalfundur hildin smb. viðtøkur felagsins, ið eru:

 

1 val av fundarstjóra

2 formansfrágreiðing

3 framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

4 nevndarval

5 val av grannskoðara

6 ymiskt

 

---

 

Vilt tú tekna teg til lim í áhugafelagnum, kanst tú lættliga gera tað her.

 

Vinaliga

Áhugafelagið Nólsoyar Páll

 

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »