22.09.2014
Tíðindaskriv: Nú verður farið í gongd!

Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur eina stóra verkætlan at fremja: at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli sum ein minnisvarða um mannin.

 

Vit eru ovfarnir av tí ovurhonds stóru undirtøku, vit fingu, tá ið vit løgdu ætlanina fram fyri almenningin á fundi í Ósaskúlanum 1. maj. Og áhugin fyri málinum hevur verið sera stórur síðani. Tíverri hava vit ikki fingið gjørt nakað síðani, tí vit hava bíðað eftir at fáa tey formligu viðurskiftini í rættlag. Byggiætlanirnar vóru púra klárar longu í mars, og umsókn um grundøki og byggiloyvi varð send inn til kommununa longu 4. apríl í ár. Men á býráðsfundi 11. september varð byggimálið einmælt samtykt. Nú fara vit so veruliga til verka at fremja ætlanina.

 

Áhugafelagið hevur fingið eina heimasíðu: nolsoyarpall.fo. Á hesari heimasíðu fáast allir upplýsingar um felagið. Og har fara vit so hvørt at kunna um virksemi okkara.

 

Tann stóra uppgávan hjá okkum frameftir verður, at savna inn pening til byggingina. Vit heita við hesum á fólk og fyritøkur, sum eru sinnað at stuðla fíggjarliga, um at seta seg í samband við okkum.

 

Tað kann gerast við at ringja til formannin ella onkran av hinum nevndarlimunum. Telefonnummur og teldupostadressur eru at finna á heimasíðuni.

 

Vit eru altíð fúsir at koma til fundar.

 

Nevndin

Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »
Byggingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll byrjað
14.06.2016
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninu…
Les meira »