26.08.2014
Kunning til limir felagsins

Niðanfyri er ein stutt kunning um støðuna í verkætlanini at byggja hús Nólsoyar Páls á Biskipstøð. Vit vóna, at tað um ikki so langa tíð, kemur veruliga gongd á verkætlanina.

 

12. desember 2013 varð Áhugafelag Nólsoyar Páll stovnað. Endamálið við felagnum er, at seta merkismanninum Nólsoyar Páll, eitt virðiligt minnismerki í Klaksvík.

 

20. mars 2014 hevði nevndin í felagnum fund við býráðið, har kunnað varð um verkætlanina at byggja upp aftur søguligu húsini hjá Nólsoyar Pálli á Biskupsstøð. Móttøkan var sera jalig, og møttu allir býráðslimirnir uttan Steinbjørn O. Jacobsen.

 

4. apríl 2014 varð umsókn um lendi og byggiloyvi við øllum neyðugum fylgiskjølum latin býráðnum. Tíðindaskriv um verkætlanina varð síðani sent út, og umrøða var í øllum miðlum.

 

1.mai 2014 var almennur fundur í Ósáskúlanum, har alment var kunnað um verkætlanina at byggja søguligu húsini hjá Nólsoyar Pálli á Biskupsstøð. Áhugin fyri verkætlanini var stórur, og fekk hon góða umrøðu í miðlunum.

 

Bíða var síðani eftir Kl. Kommunu og endaligu loyvunum sum søkt var um 4. apríl.

 

Klaksvíkar Kommuna leggur málið fyri á býráðsfundi, men tvær reisir upp í slag verður málið tikið av skrá.

 

28. juni 2014 verður skriv sent til Jógvan Skorðheim, borgarstjóra, har áhugafelagið biður um at verða kunnað um støðu býráðsins til umsóknina. Í telefonsamrøðu heitir Jógvan Skorðheim okkum á, um at seta okkum í samband við Steinbjørn O. Jacobsen, tí hann er virkandi borgarstjóra vegna summarfrí.

 

1. juli 2014 setir áhugafelagið seg í samband við virkandi borgarstjóra Steinbjørn O. Jacobsen. Áhugafelagið biður um fund, men frættir tíverri einki aftur.

 

8. juli 2014 sendir áhugafelagið Steinbirni O. Jacobsen skriv, men heldur ikki hesaferð frættir felagið nakað aftur. Vegna hetta sendir áhugafelagið Nólsoyar Páll øllum býráðslimum skriv tann 21. august 2014.

 

Skrivini eru at síggja niðanfyri.

 

f. nevndina í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll

A. Black

 

---

 

Til Klaksvíkar býráð 21.august 2014

 

Til tykkara kunnan, varð soljóðandi skriv sent virkandi borgarstjóra, Steinbirni Jacobsen, 8. Juli:

 

Til Steinbjørn O. Jacobsen, virkandi borgarstjóri 08.07.2014

 

Nólsoyar Páls hús

Víst verður til telefonsamrøðu 1.7.2014., har Líggjas í Bø vegna nevndina í áhugafelagnum bað um fund við teg um umsókn okkara, dagf. 4.4.2014, um loyvi at endurbyggja garð Nólsoyar Páls á Biskupsstøð. Tú skuldi beinan vegin seta teg í samband við Jógvan Skorheim (sum var farin í summarfrí), at fáa hann at dagføra teg um málið.

 

Líggjas skilti tað soleiðis, at vit fóru skjótt at frætta aftur frá tær. Men vit hava tíverri einki frætt. Líggjas royndi í gjár at ringja til tín bæði fyrrapartin og seinnapartin, men har fekst einki samband.

 

Tí hevur nevndin á fundi í dag sett saman hesar reglur, at kunna teg um okkara sjónarmið:

 

Vit halda, at tað er uppá tíðina, at vit her norðanfyri reisa miklu tjóðarhetju okkara ein virðiligan minnisvarða. 4. apríl 2014 søktu vit um loyvi at endurbyggja garð Nólsoyar Páls á økinum norðanfyri heimavirkið. Økið er søguligt og sera hóskandi til hetta endamál. Vit hava frætt um alternativar ætlanir á sama øki: mini-tivoli ella koyribreytir til smábilar. Okkara hugsan er, at slíkt er ósømiligt fyri hetta økið og sampakkar ikki við okkara ætlan; tað verður ikki talan um at fremja báðar hesar ætlanir á sama stað.

 

Býráðið verður noytt at taka støðu í hesum máli.

 

Eftir okkara tykki kann tivoli-virksemi vera so manga staðni. T. d. á økinum í Geilini, har kommunan fyri nøkrum árum síðani gjørdi stóra íløgu til frama fyri júst slíkt virksemi.

 

Vinarliga

f. nevndina í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll

Líggjas í Bø

 

---

 

Til býráðslimir í Klaksvíkar kommunu 21.08.2014

 

Nólsoyar Páll heimleysur?

Vit skilja, at søguliga økið á Biskupsstøð verður brúkt til handilsligt endamál – mini tivoli við smábilum og annað? Vit halda, at slíkt er ósømiligt fyri hetta økið og sampakkar als ikki við at reisa miklu tjóðarhetju okkara ein virðiligan minnisvarða. Kommunan hevur fyri nøkrum árum síðani gjørt íløgu áljóðandi 700.000 kr. á Geilini til slíkt virksemi – bindur hetta ikki?

 

Nú er skjótt hálvt ár síðani umsókn okkara varð latin inn um loyvið at endurbyggja søguligu húsini hjá Nólsoyar Pálli á Biskupsstøð. Enn hava vit einki hoyrt frá Klaksvíkar Kommunu, og her halda vit at farið er út um sømuligt mark. Málið er ov stórt til at latast kann sum einki. Her má ein politisk viðgerð og støðutakan til.

 

Dagliga fáa vit fyrispurningar, um hvussu gongur við málinum um Nólsoyar Páls húsið. Almenningurin er forvitin, og er tað einki at undrast um. Vit halda, at fólk eiga at kunnast um gongdina í verkætlanini.

 

Faroe Media saman við Sonju Kjølbro, grafikara, ger heimasíðu til áhugafelagið, so at fleiri kunnu tekna seg sum limir í áhugafelagnum, og so at limir javnan kunnu verða kunnaðir um gongdina í hesi spennandi verkætlan. Heimasíðan er liðug og verður løgd út í næstum.

 

Sigast má, at lagt er so nógv arbeiði í hetta mál, at vilja vit, og onnur við okkum, stríðast til málið er rokkið!

 

“Løgdu teir sær so eina við

til at kunna útfinna,

hvussu teir skuldu tjaldrinum,

tær verstu treytir vinna.”

                                         Fuglakvæðið, ørindi 132, eftir Nólsoyar Pálli.

 

f. nevndina í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll

A. Black

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »