17.07.2014
Seinasta ferð Nólsoyar Páls

Hugleiðing um seinastu ferð Nólsoyar Páll út í lond á Royndini Fríðu.

 

Í 1804 keypir Nólsoyar Páll leivdirnar av einum strandaðum skipi í Hvalba. Tað ger hann saman við Per Læarsson í Gjørðum í Porkeri og Jákup Jákupson í Toftum suðuri í Vági. Skipið verður bygt á Fløtuni Fríðu í Vági. Tann sætta august í 1804 fór skipið av bakkastokki og verður doypt Royndin Fríða.

 

Onkur heldur, at ivi man vera, um Nólsoyar Páll hevur meint Fríða við ð ella Fría við ongum ð. Er tað við ð er Fríða “tann vakra”, er tað við ongum ð, merkir tað  “tann frælsa” Royndin – ein beinleiðis avbjóðing móti einahandlinum. Nólsoyar Páll kundi ofta vera tvítýddur!

 

29. apríl 1805 verður Royndin Fríða sýnað í Havn. Sambært sýninum eitt stásiligt skip, riggað sum skonnart. Umframt longd, breidd og djúpd, verður sagt, at talan er um eitt meistarverk. Sorinskrivarin, Laurits Olsen, saman við timburmanninum, Jóhannis Pólson, sýnaðu Royndina.

 

Í 1805 byggir Nólsoyar Páll fyrstu sleipistøðina í Føroyum norðuri á Varpinum.

 

Í einum gerðarrætti dagfest 18. aug. 1806, skrivar Nólsoyar Páll, og eg endurgevi: “Jeg har med stor besværlighed og bekostning måttet indrette og bygge et Kiølhalings-Varf.”

 

Tá í tíðini brúkti man ikki orðini “beding” ella sleipistøð. Nólsoyar Páll brúkti enska orðið varf (wharf).

 

Tað er møguliga hetta, ið seinni á mannamunni er blivið til varpið. Vit fara norð á Varfið, er blivið til: “ Vit fara norð á Varpið”.

 

Eg skal ikki her siga so nógv um túrarnar og handilsferðirnar Páll gjørdi við Royndini, men heldur hugleiða eitt sindur um tann seinasta túrin, hann gjørdi við henni. Tað er tann parturin av lívi hansara, sum hevur hugtikið meg mest. Her var talan um ”Make or break”. Sum ofta er  á lívsleiðini, er tað tilvildin, sum ræður, og so varð eisini hjá Nólsoyar Pálli – okkurt fór fram, sum hann ikki hevði ávirkan á sjálvur.

 

29. juni siglir Nólsoyar Páll fyri seinastu ferð út eftir vánni, eingin veit hvagar, kanska bara hann og manningin. Hetta verður eisini váttað í dagbókini hjá Claus Lund. Við sær hevur Nólsoyar Páll bønarbræv ella pass til ensku herflotaleiðsluna og sigur frá um neyðina í Føroyum. Viðmælisskrivið hevur hann fingið frá brillumanninum von Hompesch – manninum, ið átti kaparan Salamine.

 

Stutt úr Skagen verður Royndin Fríða tikin av einum enskum kapara, nevndur Fury, skiparin kallaðist Gibson.

 

Á sleipi til Gøteborg ferst Royndin so illa, at hon ikki er siglingarfør. Gibson hirdi ikki um mótmælini frá Pálli, men helt seg hava gjørt góðan fong.

 

Páll roynir síðani fleiri ferð at koma í samband við enskar admiralar, Keats og Derby, og tað eydnaðist honum eftir tógvið stríð!

 

Nólsoyar Páll hevur dugað væl at tosa fyri seg, admiralarnir harmast um atburin hjá Gibson og senda Páll til London við góðum viðmæli til herflotastýrið. Admiralitetin í Whitehall.

 

Í Londin hittir Páll danska konsulin Wolff, ið er ógvuliga beinasamur. Wolff leiðir Páll til “The Privy Council”, sum er ríkisráð kongsins og ovasta handilsráð. Har hevur Páll eisini dugað einastandandi væl at tosa fyri seg. Hann fær í posa og sekk. Ríkisráðið gevur honum skip, ið kallast North Star og er 54 tons, næstan tvífalt so stórt sum Royndin.

 

Skipið verður fylt við farmi, mest korni, men eisini mongum øðrum, harímillum tubbaki, ið varð roknað sum neyðsinjarvøra. Tá á døgum varð hildið, at tubbak var sera gott fyri hosta!

 

Meðan Páll soleiðis gongur á bonaðu gólvunum í London, man hann hava hildið, at sigurin var í nánd.

 

Páll hevði nevniliga fingið krónprinsin Fríðrik tann sætta í sín part. Krónprinsurin metti, at handilsnevndin hevði borið seg skeivt at móti Nólsoyar Páll og álegði rentukamarinum at geva nevndini átalu og brigsl fyri atburin.

 

Meðan Páll er í London, endar hann í einum kærumáli sum vitni í admiralitetsrættinum – ein sak, sum førd varð av juristunum Bishop og Townsend. Páll hevur nevniliga eitt skriv við úr Føroyum móti Von Hompesch – brillumanninum – fyri at hava stolið frá privatum av órættum. Sum kapari kundi tú taka av kongsins ognum, men ikki privatum.

 

Sakin varð vunnin. Brillumaðurin varð dømdur frá lívinum, men sum aðalsmaður, hevði hann rætt til at keypa seg leysan og slapp soleiðis undan við lívinum. Ein søgn sigur, at manningin varð hongd. Tað er nevniliga soleiðis, at nakrar fáar mánaðar frammanundan, at Páll fór úr Føroyum seinasta túrin á vári 30. mars 1808, kom Clio á Havnina og tók Skansan uttan at skot varð latið av ímóti teimum. Løbner, sum var kommandantur á skansanum, skrivar til Rentukamarið, at har var einki at gera. Har vóru 200 menn við Clio og einans 27 vardu skansan. Her sigur Løbner ósatt. Eg havi nú sjálvur kannað skjøl og mannskapið á Clio taldi 115-120 og ikki 200 mans. Skiparin kallaðist Thomas Folliot Bough. Skipið varð sjósett 10. januar árið fyri og hevði jaktað danska eystindiufararar, áðrenn tað kom til Havnar.

 

Skipið hevði 16 stórar 32 punds kanónir og 2 smáar 6 punds kanónir, samlað 18 kanónir.

 

Skansin hevði 21 kanónir, men tær vóru smærri. Samanumtikið haldi eg, at har var okkurt at gera.

 

Brillumaðurin Hompesch sigur í einum verjuskrivi í rættinum 25.august 1808, og eg umseti orðarætt: “Sannleikin er tann, at Løbner, danski kommandanturin í Tórshavn í Føroyum, er ein ræðuskítur, stakk halan millum beinini og gav skansan yvir til Clio.”

 

Nær Páll fer til Føroya, vita vit ikki við vissu, men í hesum sama rættarmáli ímóti brillumanninum, hevur Páll váttað, í einum skjali frá 17. november 1808, at hann ætlar at sigla fyrsta dagin.

 

Óli Olsen á Dalinum hevði fyri nøkrum árum síðani samband við ein skota, sum greiddi honum frá, at eitt skotskt blað hevði skrivað um eitt íslendskt skip, sum var komið inn í Leith at væla um rigningin, sum var brotnaður í stormi. Skotin helt, at her kundi bara verða talað um Nólsoyar Páll og North Star. Óli misti tíverri sambandið við skotan og minnist ikki rættiliga tíðarfestingina.

 

Tað er einki at ivast í, at fleiri skjøl eru í Onglandi um Nólsoyar Páll. Spurningurin er bara, hvar vit skulu leita.

 

10. januar 1809 var kaparin Odin inni í Vági í Suðuroy og fór haðani 26. Januar. Skiparin á hesum skipinum segði fyri J.H Schrøter, at teir vóru sendir at leita eftir Nólsoyar Páll. –  Claus Lund váttar eisini í dagbók síni, at Odin var her nevnda tíðarskeið.

 

Ringt veður var eisini á leiðini henda veturin, so tað er eisini ein møguleiki. Ein onnur søga sigur, at eitt bretskt orlogsskip var á Havnini, har skiparin hitti Jacob Nólsøe, beiggja Nólsoyar Páll, sum tá var handilsforvaltari, og hann segði, at Nólsoyar Páll kom ongantíð aftur.

 

Soleiðis – ella á ein ella annan hátt doyði Nólsoyar Páll bert 42 ára gamal.

 

Í amtsbrævi 7. apríl 1809 frá Løbner og Hammershaimb til kongaliga rentukamarið sæst, at embætismenninir kenna gleði, nú Nólsoyar Páll og manning hansara helst eru sjólátnir. Nú var hóttanin burtur!

 

Ímynda vit okkum, at Nólsoyar Páll og North Star náddu vegin heim til Føroyar, so hevði søgan fingið ein heilt annan enda. Føroyingar høvdu tá helst ment seg mentanarliga og handilsliga nógv skjótari enn tilfeldið varð.

 

Seinasta orðið er neyvan sagt í hesi søk!

 

Archiebald Black

á almennum fundi 1. mei 2014

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll - bókaframløga
24.10.2018
Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. o…
Les meira »
Ársaðalfundur
16.04.2018
Boðið verður til ársaðalfund í húsi Nólsoyar Páls mikudagin 18. apríl kl. 19.    Vit gleða okkum til at vísa tykkum h&u…
Les meira »
Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dá…
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna g&aacut…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafela…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi vi…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er samb&…
Les meira »