Flaggið vundið á stong
17.10.2017
Ein stórur dagur á Biskupstøð í dag, 17. oktober 2017. Seinasta sperran varð reist, og flaggið vundið á stong.   Sí myndir sum Dávur Winther hevur tikið.    
Les meira »
Stórfingin gáva
21.08.2017
TAKKARSKRIV frá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til Hans Jacob Fuglø   88-ára gamli Hans Jacob handaði felagnum 14. juli 2017 stórfingna gávu, sum vit eru ómetaliga takksamir fyri og sum fer at fáa fast pláss í Nólsoyar Páls húsi, sum er í gerð.   Tað snýr seg um eina eftirgerð av Biskupsstøð-bátinum í støddarlutfallinum…
Les meira »
Betri letur eina millión krónur til húsið hjá Nólsoyar Páll
10.08.2017
Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafelagið Nólsoyar Páll, soleiðis at arbeiðið at endurreisa hús Nólsoyar Pálls kann gerast liðugt.   Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað í 2013, har endamálið var at seta merkismanninum N&o…
Les meira »
Húsið hjá Nólsoyar Páll komið væl áleiðis
18.01.2017
Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á Biskupstøð við húsið hjá Nólsoyar Páll, hetta í sambandi við avhandan av grótlaðingararbeiðinum. Tað er Sp/f Hjálpirót, sum hevur havt hesa arbeiðstøku; arbeiðið hevur gingið væl, og byggharrin er væl nøgdur við teirra arbeiði.   Henda arbeiðstøkan hevur…
Les meira »
Ársaðalfundur
10.09.2016
Áhugafelag Nólsoyar Páls hevur ársaðalfund á Klaksvíkar Bókasavni - mikukvøldið 14. september kl. 19.30.   Skráin er sambært viðtøkum felagsins, har tað m.a. verður greitt frá einum hendingaríkum ári.   Laðingin av húsinum er komin væl áleiðis, og verður farið oman á grundina eftir fundin, um veðrið er til vildar. &…
Les meira »
Byggingin av húsinum hjá Nólsoyar Páll byrjað
14.06.2016
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninum fyri áhugabólkinum, Nólsoyar Páll, Archibald Black skeytið fyri lendið, húsið skal byggjast á – nærhendis Bakkahjallarnar, sum Nólsoyar Páll eisini reisti í síni tíð.   Borgarstjó…
Les meira »
Nólsoyar Páll 250 ár - Sett av óstemplaðum frímerkjum
02.05.2016
Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll. Hvat skapar eina tjóðarhetju?   Hesi hálvavegna mýtisku fólkini ið brenna sítt navn í tjóðartilvitskuna og tykjast óbundin av skiftandi tíðaranda og politiskum ráki.   Spyrt tú ein føroying hv&os…
Les meira »
Siglingarmaðurin Páll
14.06.2015
Á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn eru til skjals nógvar stýrimansprotokollir. Í einari teirra: ”Eksamensprotokol for almindelig Styrmandseksamen 1781-1799,” finna vit 22 ára gamla Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll. Próvtøkudagurin er 8. november 1788. Gløggur man hann hava verið, tí viðmerkt stendur: ”Forstod alt.”   Stýrimansskúlin l&…
Les meira »
Bók um Nólsoyar Páll
20.04.2015
Tað var ein spennandi uppgáva, formaðurin fyri Áhugafelagnum Nólsoyar Pálli, Archibald Black, hevði til mín, tá ið hann ringdi síðsta heyst og bað meg skriva bók um Nólsoyar Páll. Hetta lá væl fyri, serliga tá ið hugsað verður um, at eg kannaði Nólsoyar Páll gjølla í sambandi við bókaverkið “Sigling og útb&u…
Les meira »
Hvussu langt eru vit komin
20.04.2015
Tað er fallið í mín lut at kunna um, hvussu støðan er nú, og hvussu langt, vit eru komnir í smb. við hesa stóru verkætlan.   Fyrsta mei í fjør komu vit alment fram við ætlanum okkara um at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, honum til heiðurs og sóma, og landinum øllum at  gagni. Tað var kunngjørt á sera væl vitjaðum almennu…
Les meira »
Almennur fundur - SKRÁ
12.04.2015
Almennur fundur í Ósáskúlanum 15.04 kl. 19.   SKRÁIN ER HENDAN:   Vælkomin   Dávur Winther fundarstjóri   1.   Albert Isfelt: Bakkahjallur og neyst 2.   Líggjas í Bø: Um stuðul og fígging 3.   Óli Olsen: Nýggj bók um Nólsoyar Páll 4.   Jógvan Ravnsfjall: Ognarmaðurin Nólsoyar Páll…
Les meira »
Almennur fundur
10.04.2015
15. apríl klokkan 19 verður boðað til almennan fund í Ósáskúlanum í Klaksvík at kunna um gongdina í verkætlanini at endurreisa garð Nólsoyar Páls. Síðani fyrsta almenna fundin, 1. mai 2014, er verkætlanin víðkað til eisini at umfata bakkahjallarnar á Biskupsstøð. Eisini er byrjað upp á nýggja bók um Nólsoyar Páll,…
Les meira »
Sjósálmur eftir Nólsoyar Páll
23.02.2015
Hvaðani er hann komin? Nólsoyar-Jógvan var bróðursonur Nólsoyar Páls, og tá ið hann var deyður, vóru har ymisk skjøl og teirra millum ein sjósálmur, sum Nólsoyar Páll skal hava yrkt.   Á Nólsoyar Páls døgum varð sungið, tá ið bátarnir fóru til útróðrar og tá ið teir komu aftur. Tað er alt sum bend…
Les meira »
Innsavningin til Biskupsstøð garð heldur fram
20.01.2015
“Latið ei søguna doyggja goymið hana so væl ...”   Nólsoyar Páll var eitt stórmenni, sum valla eigur sín líka í Føroya søgu. Vit eru ernir av, at hann búði her norðuri sína reystastu tíð. Og túsundtals føroyingar eru ernir av at vera skyldmenn hansara!   Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur sett sær fyri at endurreisa ga…
Les meira »
Biskupsstøðgarðurin
21.11.2014
12. december er eitt ár síðani "Áhugafelagið Nólsoyar Páll" varð stovnað, og tað gevur okkum høvi til at meta um gongdina.   Endamálið var at seta Nólsoyar Pálli eitt virðiligt minnismerki, men hvat skuldi tað vera? Vit komu rættiliga skjótt til semju um, at bóndagarðurin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð, og sum varð niðurtiki…
Les meira »
Tíðindaskriv: Nú verður farið í gongd!
22.09.2014
Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur eina stóra verkætlan at fremja: at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli sum ein minnisvarða um mannin.   Vit eru ovfarnir av tí ovurhonds stóru undirtøku, vit fingu, tá ið vit løgdu ætlanina fram fyri almenningin á fundi í Ósaskúlanum 1. maj. Og áhugin fyri málinum hevur verið sera stórur…
Les meira »
Kunning til limir felagsins
26.08.2014
Niðanfyri er ein stutt kunning um støðuna í verkætlanini at byggja hús Nólsoyar Páls á Biskipstøð. Vit vóna, at tað um ikki so langa tíð, kemur veruliga gongd á verkætlanina.   12. desember 2013 varð Áhugafelag Nólsoyar Páll stovnað. Endamálið við felagnum er, at seta merkismanninum Nólsoyar Páll, eitt virðiligt minnismerk…
Les meira »
Um áhugafelagið Nólsoyar Páll
17.07.2014
Tað var 12. december í fjør, at vit 4: eg sjálvur, Finn Kjølbro, Archibald Black og Anfinn Kallsberg komu saman at tala um Nólsoyar Páll. Okkum kom í hug amerikanska rithøvundan og skemtaran Mark Twain, sum einaferð segði:   “Øll snakka um veðrið, men eingin ger nakað við tað!”   Okkum kom fyri, at tað var nakað tað sama við Nólsoyar Pálli, ofta v…
Les meira »
Seinasta ferð Nólsoyar Páls
17.07.2014
Hugleiðing um seinastu ferð Nólsoyar Páll út í lond á Royndini Fríðu.   Í 1804 keypir Nólsoyar Páll leivdirnar av einum strandaðum skipi í Hvalba. Tað ger hann saman við Per Læarsson í Gjørðum í Porkeri og Jákup Jákupson í Toftum suðuri í Vági. Skipið verður bygt á Fløtuni Fríðu í V&aacut…
Les meira »